Diplomatur: - Mette Frederiksen letur palestinar doyggja av koronu

Palestinski diplomaturin í Danmark er ikki blíður, nú Mette Frederiksen í dag fer til Ísrael at samráðast um keyp av koppingarevni, ið eru í yvirskoti har

Sigurjón Einarsson
4. mars 2021 kl. 07:50

Sendimaðurin hjá Palestina í Danmark gevur ilt av sær, nú Mette Frederiksen fer at samráðast við Ísrael um keyp av koppingarevni, sum Ísrael hevur í yvirskoti.

- Hon roynir at yvirtaka koppingarevni til danir og letur palestinar doyggja av koronu, sigur Manuel Hassassian, ið stendur á odda fyri diplomatisku missiónini í Danmark, til danska miðilin, Altinget.

Danski miðilin hevur roynt at fingið eina viðmerking frá forsætisráðharranum, men hon hevur ikki ynskt at viðmerkt hesa útsøgn og vísir heldur til danska uttanríkisráðið.

Í einum telduposti til Altinget upplýsir danska uttanríkisráðið, at “forsætisráðharrin vitjar Ísrael saman við Sebastian Kurz, samveldiskanslara í Eysturríki, fyri at samráðast um menning av koppingarevnum og aðrar útbyggingar av framleiðsluorkuni”.

Ísrael hevur verið fyri atfinningum, fyri ikki at hava skamta út nóg mikið av koppingarevni til tey umleið fimm milliónir fólkini, ið búgva í hersettu umráðum á Vestara Áarbakka og Gasa-geiranum.

Les eisini: Mette Frederiksen troytt av ES - er til reiðar at keypa koppingarevni úr Ísrael