Dinamo Tbilisi trívist illa í Føroyum

Tá georgiska liðið seinast var í Føroyum, vóru teir um ein háls móti NSÍ. Í kvøld hevur KÍ møguleikan at leika seg víðari til playoff-dystin til bólkaspælið í Europa League

Sigurjón Einarsson
24. september 2020 kl. 15:59

Tá Dinamo Tbilisi var í Føroyum í 2008 og leikti seinna Champions League-dystin móti NSÍ, har Tbilisi hevði vunnið fyrra dystin teirra millum 3-0, høvdu runavíkingar georkiska liðið á knøunum stóran part av seinna dystinum. Hjalgrím Elttør legði NSÍ á odda 1-0 longu, tá eitt korter varð leikt. Eftir hetta, skaptu NSÍ-leikararnir fleiri góðar málmøguleikar, har teir m.a. høvdu skot á stongina og vóru einsamallir, ein móti einum, við georgiska málmanninum, men fingu ikki skorað fleiri mál. Eftir dystin iðraðu teir í NSÍ-leguni seg, at ikki meira spurdist burturúr dystinum í Gundadali.

Dinamo Tbilisi hevði tað eisini sera trupult í seinastu viku, tá liðið, við neyð og deyð, leikti seg víðari móti walisiska liðnum, Connah´s Quay Nomads. Nógvir av føstu Nomads-leikararnum vóru í sóttarhaldi vegna korona, men tað eydnaðist Nomads at manna liðið við 13 monnum, ið góvu Tbilisi ein skarpan gang. Ikki fyrr enn langt inni í yvirtíðini, fekk Dinamo Tbilisi eitt brotsspark, sum varð umsett til mál.   

Allir mans tøkir

Í kvøld hevur KÍ møguleikan at leika seg víðari til playoff-dystin til bólkaspælið í Europa League, hóast Dinamo Tbilisi er favorittur. Hjá KÍ eru allir leikarar tøkir. Ivamál hevur verið um Odmar Færø, men hann er komin skjótt fyrri seg, eftir skaðan hann fekk á útivølli móti TB, skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari.

Dysturin á Tórsvølli byrjar klokkan 19. Dysturin verður vístur á heimasíðuni hjá Krinvarpinum og í sjónvarpinum eftir Dag & Viku.