Dimmalætting aftur umborð á Atlantsflog

Nú ber til at lesa Dimmalætting talgilt umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways

Sigurjón Einarsson
26. januar 2022 kl. 15:21

Fyri nøkrum árum síðan kvetti mann sambandið við umheimin, tá ein fór umborð á eitt flogfar. Tíggju kilometrar uppi í luftini gekk tíðin við at lesa onkra avís, drekka kaffi ella stara út í luftina, áðrenn flogfarið lendi aftur og tú aftur gjørdist partur av umheiminum.

Men í dag er øðrvísi. Fólk eru nú meira von við at vera álinju nú á døgum, og tað setur eisini krøv til flogfeløg og tøknina, at til ber at vera álinju, meðan flogið verður.  

Tað er ógviliga ymiskt, hvat fyri internettænastur flogfeløg kunnu bjóða. Hjá summum er sambandið somikið seint, at tað ber illa nokk til at kanna Facebook-streymin á sínari telefon, meðan onnur flogfeløg bjóða skjótar dátupakkar, har tað til dømis ber til at stroyma filmar og sendurøðir.

Atlantic AirFi
Umborð á øllum flogførum hjá Atlantic Airways finnur tú ta talgildu undirhaldsskipanina. Har liggja millum annað spøl, fesk føroysk tíðindi bæði frá útvarpi, sjónvarpi og teimum talgildu miðlunum, og nú ber eisini til at lesa Dimmalætting umborð á Atlantsflog.

Áðrenn koronatíðina bar til at lesa Dimmalætting fysiskt, tá blaðið plagdi at liggja á setrunum umborð, men í samband við korona steðgaði hendan tænastan.

Arbeitt hevur tí verið eina tíð, at fáa fysisku Dimmu gjørda um til eina talgilda versjón, og nú er tað komið upp á pláss.

So stutta av tí langa er, at nú ber til at lesa Dimmalætting talgilt umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways, har til ber hjá teimum ferðandi at lesa politiskt, átrúnaðarliga og vinnuliga óheft tíðindi frá Dimmalætting.