Diego Maradona er deyður

Fleiri miðlar skriva, at Diego Armando Maradona er deyður av einum hjartatilburði

Sigurjón Einarsson
25. november 2020 kl. 17:11

Sambært størsta tíðindamiðlinum í Argentina, Clarin, er Maradona deyður av einum hjartatilburði.

Tað er bert nakrar fáa vikur síðani, at fyrrverandi fótbóltsstjørnan var innlagdur á sjúkrahús vegna vánaliga heilsustøðu, har hann varð skurðviðgjørdur fyri blóðsavnan í heilanum.

Maradona gjørdist 60 ár.

Hann verður av mongum skýrdur sum ein av heimsins bestu – um ikki tann besti – fótbóltsleikarin í heiminum. Men við stóru viðgongdini á vøllinum, líka so stóra mótgongd hevði hann uttanfyri vøllin, har serliga kokainmisnýtsla gjørdi seg galdandi.

Maradona helt til í býnum, Tigre, har hann eisini royndi at koma fyri seg eftir skurðviðgerðina. Sambært argentinskum miðlum, var hann eisini har, nú hann andaðist.

Kendastu málini

Bæði hansara kendastu mál komu í dystinum móti Onglandi í HM-endaspælinum í Meksiko í 1986, tá hann fyrst skoraði málið við "Guðs hond”, men síðani skoraði aldarinnar mál, tá hann rak við bóltinum frá egnari hálvu.

Maradona gjørdist heimsmeistari í fótbólti við Argentina í 1986.

Her síggjast hansara kendastu mál:

Málið við "Guðs hond"

Aldarinnar mál