Dickey Betts úr The Allman Brothers farin handan sýn

Gittarspælarin úr og samstovnarin av The Allman Brothers var høgt í metum millum tónleikarar og gittarfjepparar.

Rúni Korsgaard
19. apríl 2024 kl. 18:30

Betts sálaðist t. 18 apríl í heimi sínum í Osprey, Florida vegna krabba og lungasjúku. Hann gjørdist 80 ára gamal. Hetta veit Rolling Stone at boða frá.

Dickey Betts, doyptur Forrest Richard Betts, stovnaði The Allman Brothers Band saman við beiggjunum Duane og Gregg Allman, Berry Oakley, Butch Trucks og Jai Johanny Johanson í Jacksonville, Florida í 1969.

Rock bólkurin, ið hevur verið skírdur sum ”meginarkitekturin handan Southern Rock”, gjørdist árla gitin við sjálvnevndu útgávu teirra frá 1969.

Tað var serliga ljóðføriskynstrini hjá manningini í bólkinum og samanrenningini av m.ø. blues, country og jazz, ið skeyt The Allman Brothers til tónlistatindarnar.

Betts var høgt í metum millum tónleikarar og ikki minst gittarfjepparar. Serliga var tað samspælið við hin gittarleikaran í The Allman Brothers, Duane Allman, sum eykendi tónleikaran umframt hansara evni at smíða løg.

Eftir at Duane Allman andaðist í 1971 einans 24 ára gamal, tók Betts yvir leiklutin sum einasti gittarspælarin í bólkinum, har hann eftirfylgjandi gjørdi nøkur av størstu hittum teirra, teirra millum "Jessica" og "Ramblin' Man".


The Allman Brothers Band gav út í alt 18 útgávur, mangar av teimum live útgávur, har Dickey Betts var við á bróðurpartinum av plátuskrá teirra.