Ongi úrslit

Deyður av vanlukku í Havn

Ein maður er dottin uttan fyri eitt gistingarhús í Havn og hann doyði av fallinum

Áki Bertholdsen
16. mars 2025 kl. 09:10

Beint eftir klokkan eitt í nátt hendi ein vanlukka uttan fyri Hotel Hilton í Havn. Talan er ein mann, sum er dottin og fallið tók so fast, at hann doyði av løstinum.

Løgreglan sigur, at tað bendur á, at hann er dottin niður av einum garði, og fallið er einar tríggjar metrar.

Løgreglan veit ikki rættiliga, hvussu vanlukkan hendi og nú skulu avhoyringar gerast. Samstundis eru tað eisini fólk, sum skulu hava kreppuhjálp.

Men tað er alt, sum bendir á, at talan er um eina vanlukka, og ikki nakað brotsverk. Vitni vóru til hendingina og nakrar fyribils avhoyringar eru gjørdar, men nú skulu fleiri avhoyringar gerast.

Fólk vóru skjót á staðið, og tað var sjúkrabilur og løgregla eisini, men maðurin, sum er ein føroyingur í fimmti árunum, stóð ikki til at bjarga. Tey avvarðandi eru kunnað um vanlukkuna.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00