Deyðshóttanir og plágan: Bøkur verða bannaðar í stríðnum um, hvussu USA skal síggja út

Tað er blivið politiskt valagn í USA at gera av, hvat skal vera loyvi at lesa. Bókavørðar verða meldaðir til løgregluna, og bara í ár, hava fólk roynt at bannlýst yvir 1600 bøkur.

Mynd: dr.dk
Marjun Manuela Behrens
6. november 2022 kl. 20:46

Hon fall fyri vakra umhvørvinum og vøkru náttúruni í einum lítlum býi í Idaho. Kimber Glidden játtaði tískil at reka og leiða bókasavnið í lítla býnum, Bonners Ferry, ið liggur tætt við kanadiska markið. Men friðsælan var stokkutt, tá hon vildi útvega nýggjar bøkur til bókasavnið.

- Eg hevði einans verið har í eina stutta tíð, tá ein mamma kom og spurdi meg, um vit høvdu eina ávísa bók. Eg segði nei og hon spurdi meg, um vit kundu bíleggja hana. Bókin kallaðist "Gender Queer". Eg svaraði, at eg kendi ikki bókina, men um eftirspurningurin vaks, so kundi eg møguliga fáa fatur á henni.

So kyknaðu eldarnir.

Mammur møttu upp við einum lista av yvir 400 bókum, sum tær mettu vera skaðiligar og samstundis vildu forbjóða. Skjótt høvdu tær eitt fylgi av fleiri hundrað limum frá kirkjunum í umráðnum.

Bardagi um røttu amerikonsku virðini

Listin av teimum 400 bókunum verða deildar runt á høgravonginum í USA. Tað eru bøkur, sum fevna um alt frá grafiskum teknirøðum sum innihilda kynslív og nakni til bøkur, sum snúgva seg um rasu.

Vreiðin er serliga móti bókmentum, sum snúgva seg um kynssamleika og samkyndleika.

Bardagin um, hvat skal vera lov at lesa, og hvørji tey veruligu amerikonsku virðini eru, er blivið politiskt brennievni í USA.

Bókasavnið hevur skrásett royndir at forbjóða bókum í 20 ár, men ongantíð áður hava tey sæð nakað líknandi. Higartil í ár, eru meir enn 1.651 bøkur, sum fólk hava roynt at bannlýsa.

Kravið kemur frá høgravonginum og tað hevur spjatt seg til stórar partar av landinum. Í fleiri stórum statum, eitt nú Texas, Virginia og Idaho hava republikanskir politikarir gjørt tað til valagn í valstríðnum.

Kelda: dr.dk