Tað hevur verið roknað við, at EB/Streymur ikki er so væl fyri í ár, sum felagsliðið var í fjør. Hvussu AB er fyri, hevur tað verið meiri ivasamt.
EB/Streymur vann 2-0, og bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið hevði fríska lotið undan. Í báðum førum var talan um deyðbóltsstøður.
Í fjør var Gutti Dahl-Olsen toppskjútti hjá EB/Streymi, og tað var hann, sum legði EB/Streym á odda, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Seinna málið skoraði miðvallarin Rógvi Egilstoft, tá ið fyrri hálvleikur var um at vera liðugur.
-Vit løgdu við horna innfyri úr vinstru, og eftir eitt sindur av aftur og fram, so eydnaðist tað at seta bóltin í málið, sigur málskjúttin Rógvi Egilstoft.
Rógvi Egilstoft og AB liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann eru samdir um, at líkindini vóru vánalig, og at tað í seinna hálvleiki var soleiðis, at tað ikki bar til at spæla fótbólt.
-Tað boðar frða vánaligum verjuspæli, tá ið vit ikki megna at verja fyri deyðbóltsstøðum, og teir skora tvey mál. Tá ið vit so høvdu vindin undan, var hann øtlaður so nógv, at tað var ikki hugsningur um at spæla fótbólt. Tosað varð um at avlýsa ella útseta, men dómarin gjørdi av, at vit skuldu halda fram, og so er ikki so nógv at siga um tað, tí tað er hann, sum eigur ta avgerðina, sigur AB liðformaðurin.
Leygardagin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti ÍF, og sunnudagin fær AB vitjan av KÍ.
EB/Streymur – AB 2-0 (2-0)
1-0: Gutti Dahl-Olsen
2-0: Rógvi Egilstoft
Dómari: Rógvi Egilstoft