Deyðarevsing fyri at selja rúsevnir

Donald Trump ætlar sær at skapa eitt rúsfrítt ættarlið.

Jákup Højgaard
20. mars 2018 kl. 14:00

Amerikanski forsetin heldur tað verða neyðugt við einari verkætlan, ið skal sannføra amerikanarar, serliga børn, um at tey á ongan hátt skulu freistast av rúsevnum.

Donald Trump kunngjørdi samstundis heimasíðuna crisisnextdoor.gov, ið hevur til uppgávu at ávara amerikanarar móti opioidum. 

Opioidur er rúsevnisbólkur, ið fevnir um morfin, metodon og heroin.

Donald Trump er eisini komin við tí hugskoti, at allar amerikanskar sjónvarpsrásir skulu vísa lýsingar, um hvussu vandamikil rúsevnir eru.

Amerikanski forsetin heldur eisini, at rúsevnishandil skal kunna revsast við deyðarevsing.

At ein narkoseljari bara far eina stutta fongsulsrevsing, hóast rúsevnini hann seldi, taka lívið av fleiri 100 fólki, heldur Trump ikki vera rættvíst.

Kelda: tv2.dk