Desmond Tutu er deyður

Hann var opinskáraður og skemtiligur, men hann var eisini – sum Nelson Mandela segði um hann – samvitskan hjá Suðurafrikansku tjóðini, bæði hjá hvítum og svørtum og stríddist alt sítt lív fyri semju millum fólkið í landinum

Sigurjón Einarsson
26. desember 2021 kl. 10:38

Kendi erkibiskupurin Desmond Tutu er deyður.

Tað upplýsir suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, sambært Reuters.

Eins og Nelson Mandela, so var Desmond Tutu ein av mest sjónsku røddunum í stríðnum móti apartheid-stýrinum í Suðurafrika.

Í 1984 fekk friðarheiðursløn Nobels fyri sín innsats, og í 1986 gjørdist hann fyrsti litti erkabiskupur í Suðurafrika.

Tá fyrsta demokratiska valið var í Suðurafrika í 1994, segði Desmond Tutu, at tað var “sum at blíva forelskaður” og segði seg droyma, at Suðurafrika bleiv ein ælabogatjóð.

Eftir at apartheid-stýrið hevði mist valdið, so kom Desmond Tutu at standa á odda fyri Sannleikans- og Sáttarnevndini, ið skuldi finna útav, hvat var gingið fyri seg undir apartheid-tíðini og fyri at hjálpa til sum sáttarmaður at savna ta syndraðu tjóðina, har til bar at játta sínar gerðir og fáa grið fyri at siga sannleikan.

– Andlátið hjá Desmond Tutu er enn eitt sorgarinnar kapittul, har vit siga farvæl við eitt ættarlið av framúrskarandi suðurafrikanum, sum vit arvaðu eitt frítt Suðurafrika frá, sigur forsetin í Suðurafrika, Cyril Ramaphosa, sambært Sunday Times.

Desmond Tutu bleiv 90 ára gamal.