Desember í 2023 var góður fyri landskassan, tá ið tað snýr seg um A-skatt.
Í desember 2023 var landsskatturin av A-inntøku 18,4 prosent størri, enn landsskatturin var fyri sama mánaða í 2022. Tað vísir uppgerðin frá TAKS. Í krónum var vøksturin 35.832.431 krónur.
Samantalt fyri alt árið 2023 var landsskatturin 165.962.762 krónur meiri, enn hann var í 2022.
Í 2023 var samlaði landsskatturin av A-inntøkum 2.106.023.227 krónur.
Í 2022 var samlaði landsskatturin av A-inntøkum 1.940.070.465 krónur.
Lutfalsligi vøksturin fyri alt árið var 8,55 prosent.
Fyri einstøku mánaðirnar var lutfalsligi vøksturin nógv størst í desember, tá ið hann var 18,4 prosent.
Næststørsti lutfalsligi vøksturin í landsskattinum fyri ein mánaða var í januar í fjør, tá ið hann var 11,76 prosent. Í juli var lutfalsligi vøksturin í A-skatti hjá landskassanum 10,84 prosent, og í august 9,31 prosent.