Demokratiskur kongresslimur biður Biden taka seg aftur
Sum tann fyrsti demokratiski kongresslimurin mælir Lloyd Doggett nú amerikanska forsetan um at taka seg burturúr amerikanska valstríðnum.
Rúni Korsgaard
2. juli 2024 kl. 21:00
Áheitanin kemur eftir kjakið, sum var í farnu viku millum Joe Biden og fyrrverandi forsetan Donald Trump.
Joe Biden forseti skal ikki søkja um at verða afturvaldur sum amerikanskur forseti. Nakað soleiðis skal Doggett hava sagt sambært AP tíðindastovuni.
Fleiri hava lýst avrikið hjá Biden í undanfarna kjaki sum ivasamt.
"Eg vóni, at hann tekur ta pínufullu og torføru avgerð um at taka seg aftur. Við virðing heiti eg á hann um at gera hetta", sigur Lloyd Doggett í tíðindaskrivi.
Seinna kjakið millum Biden og Trump verður 10 septembur undan amerikanska forsetavalinum 5 novembur.