Demokratiski leiðarin í Senatinum, Chuck Schumer, stuðlar Joe Biden sum valevni floksins til forsetavalið í november.
Tað segði hann í gjárskvøldið føroyska tíð, skrivar Politico.
- Sum eg áður havi sagt: Eg eri við Joe, ljóðaði tað frá demokratinum, tá hann varð spurdur um Joe Biden hevur tað sum skal til fyri at sigra á Donald Trump í november.
Hann vildi tó ikki seta fleiri orð á, hvat hann heldur um uppstillingina hjá Joe Biden, skrivar Politico.
Sambært Politico hevur eingin demokratur í Senatinum alment heitt á Biden um at trekkja seg, men fleiri hava verið í iva um, hvør hann er førur fyri at sita sum forseti í fýra ár afturat.
Biden hevur fleiri ferðir staðfest at hann ikki trekkir seg.