Demokratarnir í Grønlandi hava tikið seg úr samgonguni við Siumut og Nunatta Qitornai. Jens Frederik Nielsen, formaður í flokkinum, sigur, at flokkurin mælir til at nýval verður útskrivað í stundini.
Grønlendska kringvarpið KNR skrivar á heimasíðuni, at ein av orsøkunum til at demokratarnir hava tikið seg úr samgonguni, er innanhýsis stríð í samgonguflokkinum Siumut. Ein onnur orsøk er at tann óvissan, sum Demokratarnir siga at Siumut hevur í samband við námuverkætlanina í Kuannersuit.
Tað er landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Kim Kielsen í Siumut, sum avger um nýval verður skrivað. Í løtuni er ikki vist at hann eftirlíkar ynskinum hjá Demokratunum. Áðrenn Demokratarnir komu í samgonguna, var minnilutastjórn millum Siumut og Nunatta Qitornai.
Demokratarnir komu uppí samgonguna tann 29. mai í fjør. Áðrenn tað var flokkurin stuðulsflokkur hjá samgonguni. Men flokkurin sigur seg ikki ynskja at verða stuðulsflokkur aftur, men fer heldur at kvetta alt samstarv við Siumut.