Demens er ein heilasjúka og tað ræður um at fáa staðfest hetta skjótast møguligt fyri síðani at seta inn við fyribyrgjandi átøkum, so sum ráðgeving og vegleiðing í mun til t.d. venjing, sosial tiltøk og heilivág . Demensrakt undir 67 ár hoyra til landið, meðan demensrakt yvir 67 ár hoyra til kommunurnar. Hetta er skeivt og eigur at verða broytt, tí tá tað kemur til demens, skal tað ikki verða aldurin, ið avgerð hvussu og nær tú fær hjálp men sjúkan sjálv.
AT BÚGVA HEIMA SUM LONGST VIÐ TILLAGING
Stundum verður sagt, at vit skulu gera alt fyri at kunna búgva heima sum longst. Men fyri fólk, ið fáa demenssjúku innat lívinum, kann trýstið ella arbeiðsbyrðan heima gerast somikið høg, at tað gongur óneyðuga hart útyvir sálarligu og kropsligu heilsuna, bæði hjá teimum við demens og teimum avvarðandi. Hetta eigur at verða tikið í størsta álvara.
Uppgávan hjá starvsfólki, ið arbeiða við fólki við demens er somuleiðis stór og krevjandi. Arbeiðið setur stór krøv í mun til fakligheit og samstundis krevur arbeiðið sera nógv tol og góð evni at verða nærverandi eisini i teimum førum, har atburðurin ikki er jaligur. Tí eigur kommunan at gera tillagingar á økinum fyri at økja um trivnaðin hjá øllum pørtum.
BATAR Á DEMENSØKINUM
Tórshavnar kommuna hevur tey síðstu árini gjørt góðar broytingar og batar á demensøkinum og vit hava umframt Demensdepilin og komunalu demenssamskipanina eindir og tilboð, ið taka serligt atlit í mun til tørvin hjá fólki við demens. Tó eigur kommunan at bólka demensøki sum eitt serskilt øki innan eldraøki. Hetta vil økja um trivnaðin hjá fólki við demens, lætta um hjá teimum avvarðandi og økja um trivnaðin og fakligheitina hjá starvsfólki innan øki. Vit hava tørv á:
Fleiri plássum til umlætting serskilt til fólk við demens, bæði stutttíðar og langtíðarpláss
At økja um okkara dagtilboð.
Langtíðarmálið má verða, at vit fáa eitt demensheim við tilhoyrandi heimahjálp, so m.a. fakligheitin innan økið verður økt og tryggjað.
Starvsfólk á demensøkinum skulu kunna førleikamenna seg og hava møguleika fyri at fáa regluliga supervisión. Nýggj starvsfólk skulu hava eina góða upplæring.
Kommunan eigur at gera sítt fyri at trýsta landspolitiskt, tí vit mugu burtur frá at hyggja at aldrinum í mun til hvør “eigur” tann við demens.
Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin