Del Potro leggur kettjaran á hillina

Líkt er til, at skaðarnir eru vorðnir ov tungir, og at Del Potro ikki kann halda fram sum tennisspælari. Á tíðindafundi í gjár sipaði argentinin til, at hann ivaleyst gevst á yrkisleiðini nú

Steinar Patursson
8. februar 2022 kl. 20:30

Alt bendir nú á, at Juan Martin Del Potro gevst á yrkisleiðini sum tennisspælari.

Del Potro, sum vann US Open í 2009, hevur ikki verið at sæð á ATP tourinum síðan 2019, men hann er partur av leikaraskránni til Rio de Janeiro í Brasil og Bueno Aires í heimlandinum Argentina komandi tvær vikurnar.

Á tíðindafundi áðrenn kappingarnar segði ein grátandi Del Potro, at talan var møguliga um eitt farvæl heldur enn eitt comeback.

- Eg vóni, at eg havi ein góðan dag týsdagin, og eg skal spæla móti einum vini. Eg kundi ikki hugsað mær ein betri mótstøðumann enn Fede (Federico Delbonis, red.), tí vit hava havt bestu dagarnar á yrkisleið okkara saman. Og møguliga verður týsdagurin enn ein ógloymandi dagur í mínum lívi, og at hava hann har, ger meg glaðan, segði Del Potro.

33 ára gamli Del Potro gjørdist professionellur tennisleikari í 2005 og spældi sínar fyrstu ATP dystir í 2006. Del Potro hevur vunnið 22 ATP kappingar, umframt OL bornsu og silvur í ávikavist 2012 og 2016.

Størsti sigur hansara er kortini í US Open í 2009, tá hann sum 6. seedaður vann á Nadal í hálvfinaluni og Federer í finaluni. Hetta gjørdist kortini einasta grand Slam kapping hjá Del Potro, hóast nógv høvdu mett, at har fóru at verða fleiri.

Del Potro, sum er 1.98m, er kendur fyri at hava eina góða servu og eitt brakandi hart og flatt forhondsslag aftanfyri baklinjuna. Og tað er serliga forhondsslagið, meðan Del Potro rennur, sum er vorðið hansara eyðkenni. Ovasta styrkismetingin hjá Del Potro var sum nummar trý í 2018.

Hóast útlitini vóru góð fyri at vinna fleiri stórkappingar, hevur Del Potro stríðst illa við skaðar gjøgnum árini. Fyrst vóru tað skøvningarnir, men seinastu árini eru tað knøini, ið hava bilað. Del Potro skaddi annað knæið á Shanghai Masters í 2018, og árið eftir breyt hann aðra knæskelina í Queens. Hann hevur síðani ikki verið at sæð á ATP tourinum, tí hann er skorin í knøunum ikki færri enn fýra ferðir.

Sí tekstað brot frá tíðindafundinum hjá Del Potro niðanfyri.