David de Gea hevur givið stórfelagi grønt ljós

Spanski málmaðurin skiftir felag

Ragnar Sjúrðarson
18. august 2023 kl. 14:04

32 ára gamli David de Gea skifti til Manchester United á sumri 2011.

545 dystir seinni varð hann fortíð hjá reyðu devlunum, sum hann fór frá tá sáttmálin rann út fyrr í summar.

Síðan hevur áhugi verið frá Bayern München, Real Madrid og Sevilla. Nú hevur De Gea givið grønt ljós til Bayern München, boðar Sky Sports journalisturin Florian Plettenburg frá.

Bayern München hevur leitað eftir einum nýggjum málmanni, eftir at Manuel Neuer ikki er komin fyri seg eftir langtíðarskaða, og hin málverjin Yann Sommer, fyrr í summar fór til Inter Milan.