Datt út gjøgnum vindeyga

Eitt óhapp hendi í býnum í nátt, tá ein kvinna datt út gjøgnum eitt vindeyga í Sirkus í Vágsbotni. – Hatta skal bara slett ikki henda, og tí fari eg at finna útav, hvør orsøkin var, til at tað so hendi kortini, sigur eigarin av Sirkus. Tað hepna í óhappinum var, at kvinnan datt niður á markisuna, sum tók ein part av fallinum áðrenn hon datt niður á vegin

Sveinur Tróndarson
7. mars 2021 kl. 13:59

Tað, sum ikki skal henda, hendi kortini í nátt, tá ein kvinna av einari ella aðrari orsøk datt út ígjøgnum eitt opið vindeyga í Sirkus í Vágsbotni í nátt.

Dimmalætting hevur tosað við vakthavandi á løgregluni, sum váttar, at eitt ella annað er hent, men hann vil ikki nærri inn á, hvat tað er.

- Sjúkrabilurin varð sendur á staðið, men eg havi ikki meira at siga um tað, sigur vakthavandi.

Tað er Sunniva Háberg Eysturstein, sum eigur og rekur Sirkus, og hon váttar, at tað, sum bara ikki skal henda, kortini hendi í nátt. Men í løtuni hevur hon ikki yvirlit yvir hvat og hvussu.

- Tað er rætt, at ein persónur er dottin út ígjøgnum eitt vindeygað í Sirkus. Tað kemur øgiliga óvart á meg, at slíkt kann koma fyri, tí vit hava annars roynt at gera alt fyri, at júst sovorðið nakað ikki kann henda, sigur Sunniva Háberg Eysturstein.

Hon leggur afturat, at hon alt fyri eitt fer at kannað, hvat er hent, og at hon eisini fer at bera so í bandi, at hetta ongantíð skal henda aftur.

- Vit hava alla tíðina eyguni eftir tí sum hendir inni, og vit vóru í tí trúgv, at hatta ikki kundi henda, tí vindeyguni eru tryggjað. Men har er okkurt hent, sum vit ikki vita, hvat er, og tað skulu vit hava greiði á, sigur hon.

Og næsta stig er so at tryggja, at hetta bara ongantíð kemur fyri aftur.

- Hatta skal ikki henda aftur. Um tað verður neyðugt at tryggja vindeyguni við ketum, so verður tað eisini gjørt, sigur eigarin av Sirkus.

Sum skilst hendi tað hepna, at kvinnan fyrst datt niður á markisuna og haðani niður á vegin. Tað í sjálvum sær er ein uggi, tí fór hon beina leið í vegin, kundi skaðin ivaleyst verið stórur.

Tað ber í løtuni ikki til at fáa at vita, hvussu støðan hjá kvinnuni er.