Datt á súkklu og smekkaði høvdið í

Øll tilbúgvingin varð sett í verk, men tað spældi væl av

Tyrla flutti hana á sjúkrhús. Myndina tók Ingi Sørensen
Áki Bertholdsen
1. september 2024 kl. 09:12

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at ein kvinna var dottin á súkklu í einum av tunlunum í Kalsoynni.

Hon hevði smekkað høvdið í og tí varð øll tilbúgvingin sett í verk, bæði Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið, tilbúgvingin í Norðoyggjum og bjargingartyrlan 

Bjargingarlið í Kallsoynni mátti inn í tunnilin eftir kvinnuni fyri at fáa hana út, og tyrlan flutti síðani hana á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Løgreglan sigur, at tað spældi væl av. Tað seinasta, løgreglan frætti av sjúkrahúsinum, hevði hon tað gott og hevði ikki fingið mein av fallinum.

Tey vita ikki at siga um hon var í hjálmi ella ikki.