Datt á motorsúkklu - snaraði undan seyði
Maðurin var væl útgjørdur og slapp væl frá tí
Áki Bertholdsen
18. apríl 2024 kl. 08:20
Um miðdagsleitið í fjør hendi eitt ferðsluóhapp oman fyri Hov, har ein maður koyrd á motorsúkklu.
Men brádliga kom ein seyður út fyri hann, so fyri ikki at renn á hann, royndi hann at snara undan.
Tað eydnaðist, men í sama viðfangi datt hann. Løgreglan sigur, at hann var útgjørdur eftir forskriftunum við hjálmi og ryggverju, so tá ið sjúkrabilurin kom eftir honum, var hann so mikið birgur, at hann gekk sjálvur yvir í sjúkrabilin. Sostatt væntar løgreglan, at hann er sloppin væl frá óhappinum.