Datt á motorsúkklu á veg til Syðradals

Førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar

Áki Bertholdsen
29. mars 2024 kl. 09:21

Í gjár var ein maður farin sær ein túr á motorsúkklu. Hann ætlaði sær til Syðradals á Streymoynni, men so langt kom hann ikki. 

Løgreglan sigur, at onkusvegna misti hann tamarhaldið á motorsúkkluni á leiðini ímillum Velbastað og Syðradal. Tískil datt hann og varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan sigur, at tað er føst mannagongd í slíkum førum, so tað merkir ikki, at hann hevði fingið skaða, tí taðvita tey ikki.

Tey siga, at einki annað akfar var uppi í óhappinum. Tey siga eisini, at førarin á motorsúkkluni brúkti alla trygdarútgerð hann átti eftir forskriftunum.