Danskur stórreiðari fingið ovurstóra bót

Henning Kjeldsen, sum er ríkasti reiðari í Danmark, fekk í dag eina risabót frá rættinum í Holstebro, fyri at hava brotið antitrust lóggávu. Harumframt verður hald lagt á milliónavirði í feløgum, ið hann verður hildin at stýra

Steinar Patursson
17. desember 2021 kl. 16:10

Danski stórreiðarin, Henning Kjeldsen, hevur í dag fingið eina risabót á 54 milliónir krónur í einum máli um svik við fiskikvotum, og harumframt er hald lagt á 64 milliónir krónur, sum hava ligið í einum av hansara feløgum.

Tað er niðurstøðan, sum rætturin í Holstebro um middagsleitið kom til.

Henning Kjeldsen varð fyri góðum tveimum árum síðani ákærdur fyri at hava brotið reglurnar um fiskikvotur í árunum frá 2013 til 2019, millum annað við at hava brotið reglurnar fyri loft á fiskikvotum umvegis strámannavirksemi.

Síðan 2012 hevur loft verið á, hvussu nógvar kvotur ein einstakur reiðari kann eiga í Danmark, og bakmansløgreglan metti, at Henning Kjeldsen hevði sloppið sær undan hesari áseting við at brúka strámenn.

Seks fólk vórðu ákærd fyri at hava virkað sum strámenn fyri Henning Kjeldsen og felagið Gitte Henning, teirra millum kona hansara og stjúksonur hansara. Eisini ein bókhaldari og ein advokatur vórðu ákærdir.

Tey vóru stjórar í feløgum hvør sær, men bakmansløgreglan helt, at hesi feløgini høvdu einki hald í veruleikanum.

Tilsamans vórðu 10 fólk ákærd í málinum. Eitt fólk varð fríkent, meðan hini átta fingu bøtur, ið tilsamans verða 77 milliónir krónur.

Tilsamans verður hald lagt á 160 milliónir krónur í feløgum, ið Henning Kjeldsen verður hildin at stýra.

Talan er um størsta revsimál innan danska ídnaðarfiskiskap, sigur TV2.