Danskur spælari hevur skrivað undir í Vágum

19 ára gamal miðvallari flytur frá AC Horsens og til 07 Vestur

Mynd: 07 Vestur frá AC Horsens ungdomsakademi
Jóannes Hansen
3. januar 2024 kl. 21:19

Higartil hava tíðindini fyri tað mesta verið, at spælarar, sum hava verið í Vágum, eru fluttir í onnur feløg.

Millum jól og nýggjár segði nýggi norski venjarin, at felagið fór at skriva undir sáttmálar við upp ímóti níggju nýggjum spælarum.

Í kvøld boðar 07 Vestur frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við danskan spælara:

07 Vestur skrivar soleiðis:

07 Vestur hevur skrivað sáttmála við ungan og evnaríkan dana. Talan er um 19 ára gamla Magnus Isager, sum kemur frá AC Horsens.

Tá ið Magnus var 17 ára gamal, flutti hann frá AGF til AC Horsens. Tá hevði hann longu verið rundan um superligahópin hjá AGF og spælt venjingardystir við fyrstaliðnum.

Í juni 2022 bleiv Magnus partur av akademinum hjá AC Horsens. Hann bleiv skjótt ein profilur á U19 liðnum og bleiv partur av sokallaða “transitiónshópinum” hjá akademinum. Hetta eru akademispælarar, sum hvørja viku venja saman við superligahópinum. Hann fekk eisini onkran dyst á bonkinum í superliguni.

U19 venjarin hjá AC Horsens, Claus Troelsen, sigur um Magnus, at hann er ein spælari við góðum motori og hugburði. Hann arbeiðir gróthart á miðjuni, har hann hevur arbeitt nógv við at menna evnini at flyta bóltin skjótt við fáum røringum. Hann hevur eisini nakrar einastandandi menniskjasligar eginleikar, har hann tekur ábyrgd, bæði fyri sær sjálvum og liðfeløgum.

Magnus sjálvur sigur, at hann er ein rennisterkur og ágrýtin spælari á sentrala miðvøllinum, sum luttekur bæði í verju- og álopsspæli. Magnus gleðir seg at byrja tilveruna í Vágum. Hansara ambitión er at vera við til at lyfta 07 Vestur longri upp á stigatalvuna komandi árini, skrivar 07 Vestur í kvøld.