Frumsýningin á einum donskum skemtifilmi um ein mann, sum gongur runt við boga og píli, er útsett. Tað eru nakrar óhepnar líkleikar við sorgarligu hendingina í Kongsberg í Noregi fyrradagin. Serliga er tað tað, at filmurin er filmaður í Noregi og plakatin, ið skal selja filmin.
Filmurin, sum eitur “Vildmænd” sigur søguna um ein mann, ið sigur farvæl við nútíðarsamfelagið og flytur til Noregs, so hann kann ferðast í náttúruni og veiða sær til matna. Á lýsingarplakatini frá filminum er tann “villi” maðurin til staðar í einari norskari sølumiðstøð við boga og píli.
Filmurin “Vildmænd”, sum Nordisk Film hevur latið gjørt, skuldi eftir ætlan hava frumsýning tann 11. november, men í gjár komu boðini, at filmurin er útsettur í óásetta tíð – og at tað er hendingin í Kongsberg, ið er orsøkin til tess.
Fimm fólk lógu eftirá, tá ein maður, vápnaður við boga og píli, skeyt eftir fólki í miðbýnum í Kongsberg í Noregi.
Norskir miðlar søgdu í gjár, at talan er um ein 37 ára gamlan, sum er føddur og altíð hevur búð í Noregi, men hann er kortini danskur statsborgara. Hann hevur havt samband við løgregluna áður, tí sambært VG hevur hann fingið forboð ímóti – tilhald – at seta seg í samband við pápa sín, tí hann í fjør hótti við at drepa hann. Eisini veit norski netmiðilin at siga frá, at løgreglan var úti eftir manninum síðsta summar.