Hansara kristna navn er Jesper Dahl, men hann er nógv betri kendur undir navninum, Jokeren. Og nú er greitt, at kendi, danski rapparin, Jokeren, fer at framføra á Voxbotni seinni í hesum mánaðinum,
Jesper Dahl er lærari, føddur í 1973 og hann hevur eisini ein ferðil av Føroyum í sær.
Hesi seinastu nógvu árini er hann kendur sum ein av bestu rapparunum í Danmark. Hann er kendur fyri sínar beinraknu rapptekstir og serliga hátt at rappa uppá.
– Hann er ikki tað vanligi rapparin, sum er vaksin upp í einum fátækabýlingi, og sum rappar um, hvussu trupul tilveran kann vera, siga fyrireikararnir.
Tvørtur ímóti er hann vaksin upp í einum heimi við klaveri og familjan eru hampafólk.
Hann er trúgvandi maður og hevur eisini rappað og framført sálmar. Hann hevur havt leiklut í filmum, verið í ymsum tónleikabólkum, men í 2003 fór hann undir sína yrkisleið sum rappari. Hann hevur givið nógvar fløgur út og eisini vunnið fleiri tónleikaheiðurslønir.
Eftirnavnið Dahl, er runnið av Dahl ættini úr Vági. Abbin var Hans Jacob Dahl, sáli, og er Jesper voksin upp við føroyska samleikanum, har føroyskur matur javnan var á døgurðaborðinum.
– Tí verður tað sera spennandi at fáa hann heim til Føroya, mitt í býin í Havn at rappa, siga fyrireikararnir.