Danskur ráðharri: Óynsktir televeitarar kunnu brúka Føroyar og Grønland sum bakdyr

Ein nýggj lóg verður løgd fram fyri Fólkatingið, ið skal forða óynsktum televeitarum atgongd til talgilda infrakervið í Danmark. Føroyskt og grønlendskt sjálvstýri merkir kortini, at bakdyrnar standa upp á glopp, heldur danskur ráðharri

Sigurjón Einarsson
10. mai 2021 kl. 11:55

Tá Fólkatingið áðrenn summarferiuna væntandi fer at samtykkja eina nýggja lóg um val av veitara til undirstøðukervið, so er ætlanin, at hurðin harvið verður latin aftur fyri til dømis kinverska veitaran, Huawei.

Hóast Huawei er viðurkent fyri at vera heilt frammi við bestu útgerð innanfyri til dømis 5G netið, so hevur felagið verið undir illgruna fyri at hava tætt samband við kinverska statin.

Tí ynskir danska stjórnin at geva Center for Cybersikkerhed undir donsku fregnartænastuni møguleika fyri at hála í neyðbremsuna, um eitt danskt felag ynskir at keypa útgerð frá Huawei.

Men meginreglan um, at lógir, sum verða samtyktar í Fólkatinginum, ikki eru galdandi fyri Føroyar og Grønland, merkir, at tað enn stendur ein bakdyr upp á glopp fyri Huawei og aðrar óynsktar veitarar, heldur Trine Bramsen, danski verjumálaráðharrin.

Danska stjórnin arbeiðir tó við at fáa latið hesa bakdyr aftur.

Som det fremgår af bemærkningerne til lovforslaget, er regeringen i dialog med Færøerne og Grønland om udformningen af en lovgivningsmodel for Færøerne og Grønland med respekt for kompetencefordelingen i rigsfællesskabet,” skrivar danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, í einum svari til Bruno Jerup frá Eindarlistanum í samband við nevndarviðgerð í uppskotinum til “Lov om leverandørsikkerhed i den kritiske teleinfrastruktur”, sum skal til aðru viðgerð í fólkatingsalinum týsdagin.

Í svarinum til Bruno Jerup roynir Trine Bramsen harumframt at tóna vandan niður fyri, at kinverjar fara at sníkja seg inn gjøgnum bakdyrnar.

Det er ikke Forsvarsministeriets vurdering, at den manglende samtidighed i reguleringen for Danmark og resten af rigsfællesskabet vil udgøre en reel risiko for, at teleudbydere vil omgå den danske regulering,” skrivar Trine Bramsen.

Fjarskifti er yvirtikið málsøki

Í fjør segði løgmaður, at føroyingar skulu venja seg við, at fjarskifti í framtíðin verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki. Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum.

Løgmaður segði fyri einum ári síðani, at tað verður neyðugt at fara undir at greina spurningin nærri.

- Vit eiga at umhugsa at gera lóggávu, sum skal tryggja, at tær fyritøkur, sum fáa atgongd til okkara undirstøðukervi á fjarskiftisøkinum, eru veitarar, sum vit kunnu kenna okkum trygg við, skrivaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í skrivi, sum stendur at lesa á heimasíðuni hjá Løgmansskriftstovuni.  

Føroya Tele hevur í eina tíð testað útgerð hjá Huawei, og var eisini í 2019 nær við at velja Huawei sum veitara til 5G-netið. Hendan ætlanin varð tó slept eftir trýsti úr serliga USA.

Fyri einari viku síðani visti Kringvarpið at siga, at Huawei enn er í Føroyum, og vanlig viðskiftafólk hjá Føroya Tele framvegis kunnu fáa 5G á telefonina frá Huawei, tí enn er eingin endalig avgerð tikin um veitara á 5G-netinum.

Hóast nýggja lógin verður samtykt í Fólkatinginum, so fer hon tó ikki at kunna steðga føroyingum í at velja Huawei, skuldi tað komið hartil, og á tann hátt lata Huawei koma inn í ríkisfelagsskapin gjøgnum bakdyrnar.