Tað eru keldur hjá TV2 sport í Danmark sum siga seg vita at Hákun verður leikarin sum skal taka yvir eftir Hans Lindberg, sum hevur røkt plássið á høgra veingi hjá Füchse Berlin seinastu árini.
Hvørki Füchse Berlin ella núverandi felagið hjá Hákuni, Skanderborg Århus, vilja viðmerkja tíðindini í dag. Heldur ikki Hákun hevur nakra viðmerking til tíðindini.
Hákun hevur tikið stór fet
Seinastu árini hevur Hákun West av Teigum vunnið sær fast pláss á høgra vongi hjá Skanderborg Århus Håndbold. Seinasta kappingarár vóru tað hondbóltsserfrøðingar hjá Tv Midtvest, ið mettu hann sum besta høgra vong í deildini farna árið.
Hetta kappingarárið hevur Hákun skotið 24 mál í átta dystum, og hevur spælt so at siga fullan dyst hvørja ferð.
Í fjør skoraði hann 98 mál í 30 dystum.
Evropa League á skránni
Núverandi og komandi felagið hjá Hákuni eru í bólki saman í Evropa-kappingini “European League”.
Í kvøld spæla Hákun og liðfelagarnir fyrsta dystin í kappingini ímóti Eurofarm Pelister í Norður-Makedónia. Fyrst í desember møtast Hákun og Füchse Berlin í Danmark.
Í kvøldsins dysti er Eurofarm Pelister favorittur. Dysturin verður vístur á Viaplay, og byrjar 19.45.