Heimildarfilmur um lívið í Føroyum vunnið fleiri virðislønir

Ein stuttur heimildarfilmur um lívið á smærri oyggjunum í Føroyum hevur verið við á fleiri filmsfestivalum. Heimildarfilmurin er framleiddur av trimum journalistlesandi á Journalistháskúlanum í Aarhus í 2020. Til ber at síggja heimildarfilmin í greinini

(Mynd: Skermmynd frá "The Land of Maybe"
Sigurjón Einarsson
6. mai 2022 kl. 15:15

Týskland, Niðurlond, Bretland, USA og India. So nógv ymisk støð í heiminum hava sæð ein stuttan heimildarfilm um lívið á smærri oyggjunum í Føroyum.

Tey trý journalistlesandi á Journalistháskúlanum í Aarhus, Fabian Sigurd Severin, Pernille Stiesdal og Amanda Holmgaard Sørensen hava framleitt heimildarfilmin “The Land of Maybe”, sum er 15 minuttir langur.

Í heimildarfilminum hitta vit tveir føroyingar, ið geva hyggjaranum innlit til lívið úti á oyggj í Føroyum.

Filmurin sæst her:

Afturmeldingarnar vóru so mikið góðar um heimildarfilmin, at tey trý journalistlesandi valdu at senda filmin inn til fleiri filmsfestivalar kring heimin, og rætt gjørdu tey, tí hesin heimildarfilmur hevur nú verið við á seks filmsfestivalum og hevur eisini vunnið tvær heiðurslønir á vegnum. – Tað er altíð stuttligt við viðurkenning, tí vit løgdu nógva tíð og arbeiði í heimildarfilmin, sigur Amanda Holmgaard Sørensen við heimasíðuna hjá DJMX (Journalistháskúlanum, red.).

(Tvey av teimum, ið hava gjørt heimildarfilmin "The Land of Maybe": Amanda Holmgaard Sørensen og Pernille Stiesdal)

Korona og illveður løgdu meinbogar í vegin
Tey trý journalistlesandi komu til Føroya júst tá korona hevði gjørt landgongd í Føroyum, og tað hevði nakrar avbjóðingar við sær.

– Vit máttu allatíðina halda eyguni við, hvat hendi í landinum. Skuldu vit í sóttarhald ella ikki? Hvussu leingi og so framvegis, sigur Amanda.

Men tey tóku avgerðina at seta nakrar vikur av til ferðina og fóru so avstað til Føroya, so tey tryggjaðu sær, at tey kundu fara í sóttarhald og ikki høvdu koronusmittuna við sær til tær smærru oyggjarnar, um so var, at tey vóru smittaði.

Føroyska veðrið gjørdi eisini vart við seg á ferðini hjá teimum trimum.

– Í filminum er eitt brot við eini tyrlu, har túrurin verður avlýstur vegna illveður. Vit skuldu við tyrluni av oynni, men keldan segði við okkum, at seinastu ferð, at tyrlan hevði avlýst, so gingu tað tríggjar vikur, áðrenn hon kom aftur, sigur Amanda Holmgaard Sørensen.

Heimferðin bleiv av tí sama eisini útsett, og tey máttu vera í Skúvoy í tveir dagar afturat, áðrenn tyrlan fleyg aftur til oynna.

Heimildarfilmurin “The Land of Maybe” hevur luttikið á hesum filmsfestivalum:

Feel The Reel International Film Festival (Glasgow, Skotland): Vunnu heiðursløn í bólkinum: "Short Film Documentary".

UK Monthly Film Festival (Manchester/Sheffield, Ongland): Vunnu heiðursløn í bólkinum: "Documentary".

Werkstatt der Jungen Filmszene (München, Týskland): Vóru í uppskoti til heiðursløn og tóku lut í worskhop.

FirstCut (India): Í uppskoti til heiðursløn.

Amsterdam Lift-Off Film Festival (Niðurlond): Í uppskoti til heiðursløn.

First-Time Filmmaker (Los Angeles, USA): Í uppskoti til heiðursløn.

Næstan allir hesir filmsfestivalarnir hava verið hildnir álinju vegna korona, so tey trý journalistlesandi hava ikki sjálvi luttikið fysiskt á hesum festivalum.