Danskur álopsstyrkur til 07 Vestur

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við 19 ára gamla Mads Borchers, og ungi leikarin er longu komin landið

Steinar Patursson
31. januar 2022 kl. 15:18

07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við Mads Borchers, sum eisini júst er komin til landið.

Tað sigur 07 Vestur á heimasíðuni í dag.

19 ára gamli Borchers spælir í álopinum, og sambært 07 Vestur er talan um ein styrk hjá hópinum hjá Michael Schønberg, sum nú byrjar at taka skap.

Mads Borchers kom annars til Esbjerg fB úr SUB Sønderborg í 2017 sum 15-ára gamal, og hann fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum í NordicBet Liguni í summar móti Vendsyssel. Hann er vanliga fremsti áloypari, men kann eisini leika longur afturi á vøllinum.

07 Vestur sigur, at Borchers er komin til landið í dag, og at hann byrjar at venja við hópinum beinanvegin. Tað er kortini ivasamt, um hann verðru við longu í kvøld, tá venjingardystur verður móti AB í Sørvági, sigur 07 Vestur.