Danskt skip til Havnar at umvælast

Skipið er farið aftur til fiskiskap

Áki Bertholdsen
15. januar 2024 kl. 10:40

Nú, rundan um ársskiftið, hevur danska uppsjóvarskipið, Isafold, sum nógvir føroyingar kenna, verið í Føroyum, her tað eisini varð lagt við bryggju í Havn, har ymsar umvælingar skuldu gerast umborð.

Tað var KJ, sum gjørdi arbeiðið, og eitt nú varð stóra lyftistemplið á nótaleggjaranum tikið frá og umvælt, oljulekar á nótarulluni tettir og pakningar skiftir.

Umframt hetta varð eisini sveisiarbeiði gjørt í einum vakuumtanga, sum er í brúk, tá landað verður.

Ørvar Jacobsen, tænastuleiðari hjá KJ, sigur í tíðindaskrivi, at alt gekk sum tað skuldi og at Isafold fór aftur til fiskiskap tann 2. januar

Myndirnar av skipinum hevur KJ tikið 9. januar, tá ið Isafold var í Fuglafirði og landaði makrel til Pelagos.

Annars er at siga um Isafold, at skipið er heimahoyrandi í Hirtshals í Danmark, og er bygt á Zamakoma skipasmiðjuni í Spania í 2022. Skipið er 87 metrar langt og 20 metrar breitt.

Eitt, sum er áhugavert við skipinum er, at tað hevur tvær skrúvur til framdrift. Hetta økir

um orkuna og megina til sleip, og ger eisini skipið nógv lættari at manøvera við í ringum veðri.