Danskt herskip hevur fangað átta sjórænarar

Í løtuni siglir Espern Snare, danskt herskip, við átta sjórænarum í lastini. Fýra av teimum deyðir og fýra av teimum livandi.

Kristian Waag Dam
12. desember 2021 kl. 13:32

Tann 24. oktobur var danska herskipið Espern Snare sent til Afrika til Guineaflógvina, har tað skuldi vera í fimm mánaðir. Uppgávan hjá Espern Snare var at verja donsk og útlendsk skip ímóti sjórænarum, sum herja í økinum. Sjórænararnar á økinum, eru kendir fyri at hótta handilsskip og fyri at fremja gíslatøkur. Guineaflógvin er vorðin ein av miðstøðunum hjá sjórænarum.

24. novembur endaði danska herskipið Espern Snare í skotbardaga við einum báti. Espern Snare høvdu fingið upplýsingar, sum vístu á ein illgrunasaman motorbát, ið var ávegis ímóti einum hollendskum handilsskipi. Espern Snare bóðu í fleiri umførum bátin um steðga, men uttan nakað úrslit. Síðan byrjaði  sjórænararnir umborð á bátinum at skjóta eftir Espern Snare. Danska herskipið valdi at svara aftur við skotum og soleiðis byrjaði skotbardagin.

Skottilburðurin bar við sær, at fýra mans umborð á illgrunasama bátinum vóru dripnir av skottunum og at báturin sakk. Fýra yvirlivdu, tó var ein noyddur at amputera tað eina beini, orsakað av løstinum frá skotbardaganum. Teir fýra, ið yvirlivdu eru í fongsulsklivum umborð á herskipinum og eru ákærdir fyri drápsroynd. Samstundis liggja fýra lík í kølarinum á Espern Snare. Ongin av manningini umborð á Espern Snare fekk stórvegis skaðar.

Støðan við sjórænarunum er sera óheppin, serliga hjá danska verjumálaráðfrúuni Trine Bramsen, ið stendur við evstu ábyrgdini. Í løtuni hevur Danmark ongar løgfrøðiligar avtalur um, hvussu tey skulu handfara sjórænarar umborð á Espern Snare. Tó er tað soleiðis, at hóast málið gongur fyri seg í vestur Afrika, so verður danska herskipið met at verða donsk grund og harvið er donsk lóg galdandi. Av tí sama eru teir fýra, sum eru undir illgruna, varðhaldsfongslaðir í tvær vikur. Varðhaldsfongslingin er síðan vorðin longd í tvær vikur aftrat. Teir fýra, eru allir ákærdir fyri drápsroynd.

Tað er ivasamt, hvat fyri stig verður tikið í samband við hetta málið. Ein møguleiki er at taka teir ákærdu til Danmarkar, men so er ein vandi fyri, at teir søkja um friðskjól og fáa tað. Líknandi dømi er sæð í Hollandi. Ein annar møguleiki er at gera eina avhendingaravtalu, ið ber við sær, at teir ákærdu sleppa fram fyri rættin í einum øðrum landi. Vandin við tí er, at um teir skulu fyri rættin eina aðrastaðni, allarhelst í Nigeria, har teir ákærdu eru frá, so hevur Danmark skyldu at tryggja sær, at teir fongslaðu fáa eina rættvísa viðferð í fongslinum.