Hetta er sum liður í PFAS-gerðarætlanini hjá donsku stjórnini við umhvørvisráðharranum Magnus Heunicke (S) á odda.
Nágreiniliga er í fyrstu atløgu talan um eitt forboð móti PFAS í klæðum, skóm og rotverjuevnum (imprægneringsmidler).
Forboðið inniber bæði sølu og innflutning av hesum trimum vøruflokkunum. Stjórnin mælir til at peningurin verður settur av til eftirlit og at handhevja forboðið í komandi gerðarætlanini.
PFAS-gerðarætlanin hevur sum endamál at hindra, tálma og reinsa PFAS í drekkivatni og jørðini.
Danska stjórnin tók annars við fýra øðrum londum stig til og førdi uppskot á ES-ting viðvíkjandi einum felagsforboði í øllum ES í fjør.
Heunicke hevur borðið fram fyri Politiken, at danska stjórnin vil ganga undan víðvíkjandi einum PFAS-forboði á teimum økjum, sum geva meining, inntil ein endalig ES-semja er samtykt.
PFAS, sum er stytting fyri per- and polyfluoroalkyl substances á enskum, eisini kent sum flourevni, eru kemisk evni, sum m.a. verða nýtt at gera ymisk klæði skitt- og vatnavvísandi, mangan eisini í regntættum klæðum. Evnini eru trupul, av tí at tey eru torfør at verða niðurbrotin í náttúruni, og av tí at tey kunnu ferðast yvir størri fjarstøður um heimin. Staðfest er, at ávís PFAS-evni eru heilsuskaðilig. Aðrar vørur, sum vanliga nýta PFAS-evni, eru m.a. máling, vakurleikarøkt, elektronikkur, teppi, smyrjievni, grýtur og pannur.
Verður danska forboðið samtykt, er tað galdandi frá sumri í 2026.