Danskir kúllar á G-festivalin
Teir rokka dansigólvið, siga tey í tíðindaskrivi
Jonhard Hammer
30. januar 2024 kl. 11:30
Tónleikastjórin á G! lovaði veitslu, og veitsla skal tað verða. Soleiðis taka tey til í tíðindaskrivi í morgin
Specktors, kúllarnir úr Danmark, hava rungað úr hvörjum diskoteki í danska býarlívinum í fleiri ár. Tónleikurin er lættur at skilja, tá ið basstrumman slær fýra í gólvið. Men tak ikki feil, Specktors hava kant, og ljóðið er frekt og modernað, suga tey.
Tá ið Unz, Unz, Unz, Unz fer í gongd vita vit, at öll tey dansiglaðu koma tysjandi, tí tá verður ringt inn til veitslu.
Og nú er greitt, at teir eisini fara at spæla á G! í Gøtu í summar.