Danskir heilsumyndugleikar: AstraZeneca koppingarevnið fyribils vrakað

Donsku heilsumyndugleikarnir søgdu á tíðindafundi tíðliga seinnapartin, at koppingarevnið hjá AstraZeneca fyribils er vrakað. Hetta útsetir koppingarætlanina nakrar vikur – og tað ger tað nokk eisini her í Føroyum, sigur Landsapotekarin

Sigurjón Einarsson
14. apríl 2021 kl. 16:25

Danska Heilsustýri hevði tíðindafund í dag klokkan 13 føroyska tíð, men tíðindafundurin varð útsettur eina løtu, tá Tanja Erichsen, eindarovasti í danska Heiligvágsstýrinum, brádliga small um undir tíðindafundinum.

Men innan eindarovastin small um, váttaði stjórin fyri danska Heilsustýrið, Søren Brostrøm, fyri, at danir nú fyribils hava vrakað AstraZeneca sum koppingarevni vegna stúran fyri hjáárin av koppingarevninum, hóast tær eru óvanliga sjáldsamar. 

Hetta verður gjørt fyri at binda um heilan fingur, nú samband hevur verið millum koppingarevnið og nakrar tilburðir við blóðtøppum. Sambært stjóranum í Heilsustýrinum, Søren Brostrøm, er tað bert ein út av hvørjum 40.000 koppsettum, sum kunnu fáa álvarslig hjáárin.

Heilsumyndugleikarnir í Danmark hava eftirfylgjandi viðurkent, at tað kann vera ein samanhangur millum koppingarevnið og hjáárinið.

Verður koronustøðan meira álvarsom aftur, so kann tað vera, at myndugleikarnir kanska fara at umhugsa at brúka AstraZeneca aftur, grundgav Søren Brostrøm.

Hjalti Gunnarstein, Landsapotekari, upplýsir fyri Dimmalætting, at enn hava tey einki frætt frá donsku myndugleikunum viðvíkjandi seinking av koppingarevnum, nú danir hava avgjørt at fyribils steðga við AstraZeneca-koppingarevninum, men landsapotekarin væntar at vita meira í ein av komandi døgunum.

Landsapotekarin viðurkennir tó, at verður koppingarætlanin í Danmark útsett í nakrar vikur, so ávirkar tað eisini beinleiðis føroysku koppingarætlanina.