Danska Uttanríkisráðið mælir nú øllum frá at ferðast til Ukraina og heitir samstundis á danir at fara úr Ukraina.
Tað upplýsir danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, á tíðindafundi fyri løtu síðan.
– Tað, ið vit taka stig til at gera nú, gera vit við tættari samskipan við nógv onnur líkasinnaði lond. Hetta endurspeglar álvarsomu støðuna í Ukraina, sum ein beinleiðis avleiðing av hóttanum úr Russlandi, sigur danski uttanríkisráðharrin, sambært DR.
Broytta støðan kemur í kjalarvørrinum av spentu støðuna í landinum, sum stendst av hóttanum frá grannalandinum, Russlandi.
Enn er gjørligt at fara úr Ukraina við vanligu rutuflogførum, ferðing eftir vegunum ella toki, ljóðar fráboðanin frá Uttanríkisráðnum, men tað er óvist, hvussu leingi hetta er galdandi.
H71 skal spæla dyst í Lviv í Ukraina
Spurningurin er so, hvat nú hendir við dystinum millum HC Galychanka Lviv og H71.
Evropeiska Hondbóltssambandið metir, at tað hevur verið ráðiligt at spæla dystin, men eftir at danska Uttanríkisráðið nú mælir sínum borgarum til at fara úr landinum, er ivasamt um EHF enn stendur við sínari avgerð, um tað er ráðiligt at spæla dystin.
Verður dysturin spældur, so verður tað sunnudagin, at fyrra fjórðingsfinalan í EHF-Cup kappingini hjá besta kvinnuliðnum hjá H71 verður spældur.