Suðuroyartunnilin skal ikki fíggjast við donskum statsláni. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins.
Sostatt er hann grundleggjandi ósamdur við Sambandsflokkin, sum hevur lagt dent á, at besta loysnin at fíggja Suðuroyartunnulin, er taka eitt lán frá danska statinum.
Sambandsflokkurin heldur, at vit skulu sjálvandi fáa so bíliga fígging sum gjørligt. Og tey leggja afturat, at tann bíligasta fíggingin sum fæst yvirhøvur, er at taka eitt lán frá danska statskassanum, tí har fáa vit lægri rentu enn nakra aðrastaðni.
– Vilja vit ikki tað, meina vit einki við alt prátið um at gera undirsjóvartunnilin, sigur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er púra ósamdur, tí hann sigur, at Suðuroyartunnilin skal grundast á okkara egna búskap.
Hann sigur, at eitt hevur søgan lært okkum, og tað er, at hvørja ferð, vit hava dúvað upp á kredittvirðið hjá øðrum, hevur tað verið ein vanlagna fyri okkum.
– Vit fóru á húsagang við fullum blokkstuðuli, og vit hava aldrin verið betri fyri enn síðani vit skerdu blokkin, sigur hann.
– Vit bygdu ongan undirsjóvartunnil ímeðan vit fingu fullan blokkstuðul úr Danmark - og tá ið vit harafturat eisini læntu pengar, upp á danskt kredittvirði, til at fíggja skipapakkar og studning til fiskivinnuna, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tvørtur ímóti var avleiðingin, at vit fóru á heysin og øll rokningin fyri skrædlið, og spekulasjónina, endaði hjá meiniga skattgjaldaranum.
– Men tað er síðani vit skerdu blokkstuðulin, og harafturat frystu hann, at vit hava hava bygt og fíggjað undirsjóvartunlarnar, sigur formaðurin í Tjóðveldi.
– Og tað gjørdu vit samstundis sum vit hava goldið alla skuldina frá skrædlinum í nítiárunum aftur- og tað hava vit gjørt við okkara egna kredittvirði, leggur hann afturat.
– Og tí skal Suðuroyartunnilin sjálvandi fíggjast av okkum sjálvum uppá okkara egna búskap og inntøkur. Vit skulu byggja okkara búskap, og okkara íløgur, upp á okkara egna kredittvirði, og ikki upp á kredittvirðið hjá øðrum, sigur hann.
– Annars er tað beint aftur í áttatiárini við tí ábyrgdarloysi, sum var tá. Og eg fái meg ikki at trúgva, at tað er tann vegin aftur í fortíðina, at Sambandsflokkurin vil fara, sigur Høgni Hoydal.
– Tað var tá ið vit sjálvi tóku ábyrgd av at byggja samfelagið út, at vit fóru at mennast, tí tá ið vit bíðaðu eftir, at danski staturin skuldi gera tað, hendi einki, sigur Høgni Hoydal.