Danski serumstovnurin stúrin: - Indiska frábrigdið av koronu spreiðir seg

Tað indiska frábrigdið av koronu – tað sonevnda Delta-frábrigdið – ger nú meira vart við seg í vesturheiminum

Sigurjón Einarsson
18. juni 2021 kl. 11:10

Indiska frábrigdið av koronu – tað sonevnda Delta-frábrigdið – ger nú eisini um seg í vesturheiminum. Ongland hevur millum annað útsett at lata upp aftur í fýra vikur, og mánadagin vóru 800 næmingar á skúla í Hillerød í Danmark send heim, eftir at Delta frábrigdið varð funnið har.

– Tað er eitt frábrigdi, vit stúra fyri, og sum vit gjarna vilja halda niðri, so leingi vit kunnu, sigur fakligi stjórin í danska serumstovninum, Tove Grove Krause.

– Hetta stendst av, at frábrigdið er, sambært enskum myndugleikum, smittar upp móti 50 prosent meira og er møguliga eisini meira álvarsamt enn onnur frábrigdi, sigur hon.

Síðani byrjanina av apríl hava 154 fólk (tøl frá mánadegnum, red.) í Danmark fingið staðfest Delta-frábrigdið.

Meginparturin av teimum, sum hava fingið Delta-frábrigdið, hava fingið tað á ferð uttanlands. Men tað eru eisini nøkur, har tað ikki ber til at spora smittuna í samband við ferðing uttanlands.

– Vit hava nøkur dømir, har vit ikki kunnu síggja nakað samband við ferðing, sigur Tyra Grove Krause.

Men har verjan móti øðrum frábrigdum hendir longu stutt eftir fyrra vaksinuprikið, so skal mann vera koppsettur við báðum prikum, áðrenn sama úrslit fæst móti Delta-frábrigdinum.

– Tað sær út til, at mann er minni vardur móti Delta-frábrigdinum, um tú ert koppsettur við bara einum priki. Men hevur tú fingið bæði prikini, so ert tú væl vardur, sigur Tyra Grove Krause.

Donsku myndugleikarnir taka eisini hetta frábrigdið í størsta álvara, og seta stranga smittusporing í verk, tá Delta-frábrigdið verður funnið frá ókendari smittuketu. Tað merkir, at tað verður mælt fólki til at lata seg kanna – ikki einans tey, ið hava verið nærhendis smittu, men eisini tey, tú hevur verið í samband við.

– Tað kann gott vera, at vit ikki kunnu forða smittuni at spreiða seg, men mugu royna at halda henni niðri. Størsti parturin av fólkinum eru enn ikki liðug koppsett, so vit eru enn útsett fyri smittuni. Tað merkir eisini, at vit enn hava eina alheimsfarsótt kring okkum, sigur fakligi stjórin í danska serumstovninum, Tove Grove Krause.   

Yvir ein fjórðingur av dønum eru nú liðug koppsett.

/ritzau/