Danski professarin biður um umbering

Danski professarin, Marlene Wind, sum vakti ans, tá hon fyrr í vikuni kom við einari heldur keðiligari útsøgn um Føroyar...

Alda Nielsdóttir
24. januar 2018 kl. 14:46

Danski professarin, Marlene Wind, sum vakti ans, tá hon fyrr í vikuni kom við einari heldur keðiligari útsøgn um Føroyar, hevur biðið um umbering.

Í samband við at katalonski loysingarleiðarin, Carles Puigdemont, er í Danmark, varð skipað fyri orðaskifti á universitetinum í Keypmannahavn. Aftaná orðaskiftið spurdi ein katalanskur miðil Marlene Wind, professari í stjórnmálarfrøði, (mynd, uttast t.h.), um ríkisfelagsskapin millum Danmark, Føroyar og Grønland, sum katalanskir miðlar halda vera áhugaverdan.

Tá hon varð spurd, hvat hon helt um stríðsmálið millum Spania og Katalonia, segði hon: Mær dámar ikki at síggja ríki fara sundur, eg eri eisini hørm um, at Bretland fer úr ES. Eg haldi at besti vegurin fram er ikki at fara sundur men at standa saman. Mær dámar ikki tankan um Evropa deilt upp í hundrað lond í stríð við hvørjum øðrum. Eg haldi, tað hevði verið ræðuligt.

Tá hon varð spurd um, hví Danmark viðurkendi rættin hjá føroyingum og grønlendarum til at ráða yvir egnum landi, segði hon m.a.: Tí tey eru øgiliga fátøk, og vit leggja einki í tað. Um tey vilja gerast sjálvstøðug so lat tey. Tey fara ikki at loysa, eingin heldur at tey fara at loysa, tey fáa nógvar pengar frá okkum.

Útsøgnin hjá Marlene Wind varð ikki væl móttikin her á landi, og nú hevur hon eisini biðið um umbering.

Bjarni Djurholm, fyrrverandi politikari, skrivaði til Marlene Wind, og vísti á hennara manglandi vitan um Føroyar. Marlene Wind ásannaði, at tað var skeivt sagt av henni, at Føroyar er eitt fátækt land, og hon bað um umbering fyri sína útsøgn.

Bjarni Djurholm sendi samskiftið millum seg og Marlene Wind til VP, og tað kann lesast her.

Kelda: Vilaweb.cat