Tað hevur verið væntandi í nakrar dagar, og valdi hann ikki sjálvur at leggja frá sær, so kundi hugsast, at har kom eitt misálitisuppskot.
Men tað var ikki neyðugt, tí í dag gjørdi Mogens Jensen sjálvur av at leggja frá sær sum danskur ráðharri fyri matvørum, fiskivinnu, javnstøðu og norðurlendskur samstarvsmálaráðharri.
Tað skrivar Matvørumálaráðið á heimasíðu síni fyrrapartin.
Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av minkagøluni, sum hevur leikað í donskum politikki eftir, at stjórnin fyrr í hesum mánaðinum gjørdi av, at teir umleið 1.100 minkagarðarnir í Danmark skuldu drepa allar minkarnar, sum teir høvdu undir hond.
Orsøkin var, at ein serlig útgáva av korona-smittuni var staðfest í minkum, og man bar ótta fyri, at hesin varianturin skuldi breiða seg og oyðileggja virknaðin frá møguligum koppingarevnum.
Tann 4. november boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, frá, at stjórnin fyri at steðga smittuvandanum hevði gjørt av at drepa allar minkar. Í boðunum, sum Matvørustýrið sendi øllum minkagørðum tann 6. november, stóð, at allir minkar skuldu vera dripnir áðrenn 16. november.
Men so byrjaðu trupulleikarnir. Myndugleikarnir funnu útav, at lógarheimild ikki var fyri at drepa frískar minkar, sum lógu longri enn eitt ávíst kilometurtal frá teimum sjúku minkunum, og so byrjaði trýstið á stjórnina.
Tann 10. november segði Mogens Jensen, at hvørki hann ella ráðið vistu av at lógarheimildin ikki var upp á pláss, men tað varð jarða longu dagin eftir, tá eitt av embætisfólkunum í ráðnum, Hanne Larsen, segði við Berlingske, at tey alla tíðina høvdu arbeitt eftir at tað skuldi ein serlig lógarheimild til fyri at kunna drepa teir minkar, sum vóru longri enn 7,8 kilometrar burtur frá einum "sjúkum garði".
Og so gekk skjótt. Matvøruráðið lovaði at koma við einari frágreiðing, sum skuldi almannakunngerast í dag, men í morgun, áðrenn frágreiðingin er almannakunngjørd, hevur ráðharrin sjálvur boðað frá, at hann leggur frá sær.
Tað er nokk lítið at ivast í, at hevði hann ikki gjørt tað, so hevði hann verið frákoyrdur, um ikki annað, so fyri at linka trýstið á Mette Frederiksen sjálva. Trýstið á hana hevur eisini verið stórt, og so seint um í dag hevur andstøðan kravt, at eisini forsætisráðharrin skal taka avleiðingarnar av gøluni. Um tað er sannlíkt, ber í verandi løtu ikki til at siga.
Mogens Jensen hevur umboðað Socialdemokratíið í Fólkatinginum síðan november 2005. Hann var ráðharri í handils- og menningarmálum frá februar 2014 til juni 2015.