Danski landsliðsvenjarin kveistrar frágreiðingina hjá UEFA burtur

– Korona gevur møguleika fyri at útseta ein dyst í 48 tímar. Tað ger ein hjartasteðgur opinbart ikki. Tað haldi eg er skeivt, sigur danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand

Sigurjón Einarsson
15. juni 2021 kl. 12:59

Fyrrapartin helt danski landsliðsvenjarin í fótbólti, Kasper Hjulmand, tíðindafund um støðuna í donsku landsliðsleguni.

Her legði danski landsliðsvenjarin ikki fingrarnar ímillum og fanst at mátanum, hvussu UEFA hevði handfarið skelkandi dystin leygardagin millum Danmark og Finnland, tá Christian Eriksen brádliga small í vøllin.

UEFA vísti í gjár aftur ákoyringarnar, at tað danska landsliðið varð trýst til at leika dystin lidnan.

Men tað er danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, als ikki einigur í.

– Tað ryggjast ikki, at vit fingu tveir møguleikar frá UEFA. Eg var har. Eg veit tað. Eg kendi tað, at vit og leikararnir vórðu settir undir trýst. Vit fingu hasar báðar møguleikarnar (at antin spæla dystin lidnan á degnum ella dagin eftir klokkan 12, red.). Og tað var heilt klárt.

– Tað var á ongan hátt vit, ið søgdu við UEFA, at vit høvdu hug at spæla víðari. Tað er sannleikin. Tað veit eg.

– Korona gevur møguleika fyri at útseta ein dyst í 48 tímar. Tað ger ein hjartasteðgur opinbart ikki. Tað haldi eg er skeivt, sigur danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand.