Danski hjálparpakkin: Endurgjald fyri fastar útreiðslur

Í danska hjálparpakkanum til vinnufyritøkurnar, er eisini latið upp fyri, at fyritøkurnar kunnu søkja um endurgjald fyri fastar útreiðslur. Hetta er ikki ein møguleiki í verandi hjálparpakka í Føroyum.

Johnny í Grótinum
3. apríl 2020 kl. 08:15

Í danska hjálparpakkanum til vinnufyritøkurnar, ið eru raktar av koronaátøkunum, er eisini latið upp fyri, at fyritøkurnar kunnu søkja um endurgjald fyri fastar útreiðslur, um inntøkurnar eru minkaðar ógvusliga. Hetta er ikki ein møguleiki í verandi hjálparpakka í Føroyum. Í donsku skipanini kunnu eitt nú gistingarhús, matstovur og flutningsfeløg fáa endurgoldið útreiðslur til húsaleigu og aðrar fastar útreiðslur, um tey hava mist í minsta lagi 40% av umsetninginum. Endurgjaldið er millum 25-80%, alt eftir hvussu stórur inntøkumissurin er. Fyritøkur hvørs virksemi er rakt av álagdari afturlating, fáa endurgjald fyri 100 prosent av útreiðslunum í tíðarskeiðnum.

Endurgjald verður veitt eftir hesum trappustiganum:

80 prosent, um umsetningurin er minkaður millum 80-100 prosent50 prosent, um umsetningurin er minkaður millum 60-80 prosent25 prosent, um umsetningurin er minkaður millum 40-60 prosent

Ítøkiligar útreiðslur, sum tað verður veitt endurgjald fyri:

HúsaleigaLeigu- og leasingútreiðslurAvskrivingar upp á materiellar og immateriellar støðisognirNeyðugt viðlíkahald av materiellum støðisognumÚtreiðslur til el og hitaLoyvisgjøld fyri nýtlu av softwareHaldRentuútreiðslur og tænastugjøld, íroknað umsitingargjøld fyri realkredittlán

Ítøkiligar útreiðslur, sum ikki geva rætt til endurgjald:

VørunýtslaLøn (fevnt av øðrum skipanum)Sølu- og marknaðarføringFraktútreiðslurNiðurskrivingar upp á støðisognirNiðurskrivingar upp á goymslurÚtsettar skyldurVirðisbroytingar á fíggjarligum ognumÚtreiðslur til at fáa til vega nýggjan partapeningInntøkuskattir