Danski forsætisráðharrin álopin á opnari gøtu
Tað frættist í gjárkvøldi, at danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen hevði verið fyri einum minni álopi.
Rúni Korsgaard
8. juni 2024 kl. 14:45
Eingin álvarsligur skaði kom av hendingini, har forsætisráðharrin hevur fingið "lættari koyrilsbrest", sum danska forsætisráðið málber seg.
Sum skilst, fór hendingin fram miðskeiðis í Keypmannahavn á Koltorginum, har ein 39 ára gamal maður skumpaði og sló forsætisráðharran nærindis eini café. Stutt eftir varð maðurin handtikin.
Tann ákærdi, ið er polskur ríkisborgari, var í dag fyri grundlógaryvirhoyring. Hann er í fyrstu atløgu fongslaður í 12 dagar.
Maðurin noktar seg sekan.