Ákæra er nú reist móti einum 23-ára gomlum manni fyri skottilburðin í Fields á Amager tann 3. juli í fjør, har eisini nógvir føroyingar vóru staddir. Trý fólk mistu lívið í skottilburðinum.
Tað upplýsir løgreglan í Keypmannahavn í einum tíðindaskrivi.
Ungi maðurin er millum annað ákærdur fyri at hava dripið trý fólk; ein 17-ára gamlan drong, eina 17-ára gamla gentu og ein 46-ára gamlan mann.
– Hetta er ein sera álvarslig sak, ið løgreglan hevur rannsakað gjølla. Ákærumyndugleikin hevur gjørt eina gjølla løgfrøðiliga meting av øllum tilfarinum í sakini, og hevur út frá tí nú reist ákæru, sigur Søren Harbo, sum er ákæri hjá løgregluni í Keypmannahavn, við danska TV 2.
Les eisini: Skottilburður í Fields: - Fólk runnu í allar ættir
Fleiri drápsroyndir
Ákæra er eisini fyri 11 drápsroyndir og fyri at hava skotið móti einum bólki, sum taldi umleið 21 fólk.
Tann 23-ára gamli maðurin varð førdur fram í grundlógarforhoyr dagin eftir skottilburðin og hevur síðan tá verið varðhaldsfongslaður á einari lukkaðari psykiatriskari deild.
Sjálvt rættarmálið móti tí 23-ára gamla manninum byrjar í býarrættinum í Keypmannahavn tann 12. juni. Tað eru í alt settir seks dagar av til rættarmálið, og dómur verður væntandi sagdur í byrjanini av juli.
Tað eru 22 vitnir innkallaði, harav tey flestu vóru í Fields hendan dagin í juli í fjør, upplýsir Søren Harbo við TV 2. Hann upplýsir eisini, at videoupptøkur frá vakmyndatólum í Fields fara at verða spældi í rættarsalinum undir sakarmálinum.
Ikki yvirgangur
TV 2 skilir á lagnum, at ákæran er reist sum drápsmál og ikki sum yvirgangur, hóast talan er um hópskjóting, og tað tulkar TV 2 soleiðis, at tað ikki hevur verið ætlanin hjá tí ákærda manninum at ávirka og loypa ræðslu á samfelagið, soleiðis sum tað stendur í yvirgangskunngerðini.
Tann ákærdi hevur áður játtað seg sekan fyri tær faktisku umstøðurnar, soleiðis sum hann minnist tær. Tað vil siga, at hann hevur viðurkent, at hann er gerningsmaðurin. Men hann noktaði seg samstundis sekan í ákæruni, sum varð reist móti honum tá, skrivar danska TV 2.
Les meira: Sára Gullfoss: – Vit eru skelkaði av hendingini, men hava tað eftir umstøðunum gott
Skottilburður í Fields: - Vit runnu fyri lívinum
Ákærdi brotsmaðurin legði ørkymlandi sjónbond út áðrenn álopið