So er tað greitt, hvørji átta lið mikudagin fara at spæla fjórðingsfinalu í HM kappingini, og tað er greitt, hvør skal spæla ímóti hvørjum.
Í kvøld tryggjaðu bæði Danmark og Noreg sær sigur í teirra bólki. Danmark vann 30 – 25 ímóti Egyptalandi, og Noreg vann 28 – 26 ímóti Týsklandi.
Higartil hevur Danmark spælt sínar dystir í Malmø, har høllin hevur verið fullsett av danskarum, sum hava ferðast aftur og fram eftir brúnni um Oyrasund.
Tá ið Danmark mikudagin fer at spæla fjórðingsfinalu verður tað ímóti Ungarn í Stokholm.
Noreg fer mikudagin at spæla fjórðingsfinalu í Gdansk í Póllandi. Spania, sum í gjárkvøldið tapti 28 – 26 ímóti Fraklandi, verður mótstøðuliðið.
Vinnararnir í hesum báðum hálvfinalunum hittast fríggjadagin í aðrari hálvfinaluni. Tað verður í Gdansk í Póllandi.
Mikudagin hittast Svøríki og Egyptaland í Stokholm, og Frakland og Týskland hittast í Gdansk. Fríggjadagin hittast vinnararnir av hesum báðum dystunum í hálvfinalu í Stokholm.
Í 30 – 25 sigrinum ímóti Egyptalandi í kvøld var danska liðið meiri sannførandi, enn tað hevur verið tvær tær undanfarnu ferðirnar. Verjan var sum bergið, og Niklas Landin í málinum vísti heimsklassa.
Jóhan á Plógv Hansen, sum var einasti høgrivongur á liðnum í kvøld, legði Danmark á odda 1-0. Hetta var einasta málið, sum hann skoraði í kvøld.
Stóru málslúkarnir á danska liðnum vóru aftur í kvøld Mathias Gidsel og Simon Pytlick, sum báðir skoraðu 8 mál.
Egyptland - Danmark 25 - 30 (12 - 17)
Danmark: Mathias Gidsel 8, Simon Bogetoft Pytlick 8, Mikkel Hansen 6, Magnus Saugstrup Jensen 4, Emil M. Jakobsen 2, Niclas Vest Kirkelokke 1, Johan á Plógv Hansen 1
Týskland - Noreg 26 - 28 (16 - 18)
Noreg: Gøran Johannessen 5, Sander Sagosen 3, Kristian Bjørnsen 3, Sander Overjordet 3, Harald Reinkind 3, Christian O`Sullivan 3, Sebastian Barthold 2, Petter Overby 2, Magnus Gullerud 2, Kevin Maagero Gulliksen 1, Magnus Abelvik Rod 1