Tað verður ongin fólkaatkvøða um avtøkuna av dýra biðidegi. Hetta er stjórnin á einum máli um hóast ein savna fakfelagsrørsla krevur, at uppskotið verður tikið aftur ella sent út til fólkið at taka støðu til.
Fleiri flokkar á Christiansborg ynskja somuleiðis eina fólkaatkvøðu um dýra biðidag.
Men tey trý flokksforfólkini í stjórnarflokkunum vísa aftur eina fólkaatkvøðu um dýra biðidag.
- Hvat skulu vit so gera næstu ferð onkur í fólkatinginum er ósamdur í umhvørvispolitikkinum, fólkapensiónini, ella fólkaskúlanum? Skulu vit so hava fólkaatkvøður einaferð um mánan ella hálva hvørt ár, segði Mette Frederiksen.
Uppskotið kann, hóast mótsøðu frá stjórnini, enda við fólkaatkvøðu.
Tí har skulu bert 60 limir í fólkatinginum til fyri at senda eina lóg til fólkaatkvøðu takkað verið grein 42 í grundlógini.
Grein 42 stk. 1 í grundlógini er soljóðandi “tá eitt lógaruppskot er samtykt av fólkatinginum, kann ein triðingur av limunum í fólkatinginum, innan tríggjar yrkadagar undan endaligu samtyktini, krevja at formaðurin sendir uppskotið til fólkaatkvøðu. Umsóknin skal vera skrivlig og undirskrivað av luttakandi limunum.”
Grein 42 gevur minnilutanum í fólkatinginum møguleikan at trumfa meirilutan í fólkatinginum, um tey hava varhugan av, at har er ein stór mótstøða millum fólkið í móti einum lógaruppskoti.