Danska stjórnin fer at gera eitt løgfrøðiligt amboð, ið ger tað møguligt at forða koranbrenningum uttanfyri útlendskar sendistovur í Danmark.
Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við DR í dag.
- Vit hava í seinastuni sæð fleiri tilburðir, ið eru framdir av fáum einstaklingum, sum einans hava tað endamál at skapa split í einum heimi, sum faktiskt hevur tørv á tí øvugta.
- Bert í dag hava tað verið fimm koranbrenningar uttanfyri útlendskar sendistovur í Danmark, og í morgin eru sjey koranbrenningar fráboðaðar.
- Tí hevur stjórnin gjørt av, at vit fara at hyggja eftir, hvussu vit í heilt serstøkum støðum kunnu steðga eyðmýking av øðrum londum, sum stríðir móti donskum áhugamálum og trygdini hjá dønum. Ítøkiliga skulu vit gera eitt løgfrøðiligt amboð, sum ger tað møguligt at forða koranbrenningum uttanfyri útlendskar sendistovur í Danmark.
Lars Løkke Rasmussen hevur kallað fólkatingsins framsøgufólk í uttanríkismálum til eina fyrikunning um koranbrenningarnar í morgin.
Samstundis fara 57 uttanríkisráðharrar í muslimskum londum, sum eru í Felagsskapinum fyri Islamiskum Samstarvi (IOC), at fundast um koranbrenningarnar í Svøríki og Danmark.