Danska stjórnin boðar frá, at um hálvan februar verður gjørligt at fáa eitt koronapass til ferðandi. Í tíðindaskrivið verður sagt, at fleiri fyritøkur í Danmark hava tørv á at teirra starvsfólk kunnu ferðast í arbeiðsørindum og tí verður gjørt eitt pass, sum dokumenterar at tann ferðandi hevur fingið koppseting fyri Covid-19.
Stjórnin boðar eisini frá, at nú verður arbeitt við at gera eitt talgilt koronapass. Ætlanin er at hetta passið skal virka við til at lata danska samfelagið upp á ein gradvísan, forsvarligan og hóskandi hátt. Talgilda passið verður ment í samstarv við vinnu- og mentanarlívið í Danmark fyri at tryggja, at tað rakar rætta eftirspurningin í samfelagnum.
Danski fíggjarmálaráðharrin, Morten Bødskov, sigur at avbjóðingin er at finna røttu tøkniligu loysnina til passið. Hann sigur eisini, at enn er ov tíðliga at siga nær passið verður tøkt. Hann metir at tað fer at taka einar tríggjar til fýra mánaðir at menna passið, men at enn er ikki vist hvør skal menna tað ella hvat tað fer at kosta.
Eitt A og eitt B lið?
Tá tosað varð fyrstu fer um koronapass var skjótt at kjakast varð um hvør hetta ikki fer at býta samfelagið í eitt A lið og eitt B lið. A liðið eru tey, sum hava fingið koppseting, hava fingið passið og tí kunnu fara út at eta, á festival, út at ferðast o.a., meðan tey, sum ikki hava fingið koppsetingina, eru á B liðnum, og sleppa tí einki.
Morten Bødskov sigur at tað er alt ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um passið skal brúkast til og at hetta er ein politiskur spurningur, sum støða skal takast til. Hann leggur tó dent á, at hetta er bert enn eitt amboð og at tað má ganga hond í hond við at smittan skal berjast niður og at danir skulu koppsetast.