Tað hoyrist javnan, at bløðini bløða, men hesum ynskir danska stjórnin at forða, tí mentamálaráðharrin í Danmark, Jakob Engel-Schmidt, sigur við Avisen Danmark, at peningur er settur av til bløðini á nýggju fíggjarlógini.
Danska stjórnin ger eina pulju upp á 43,1 milliónir krónur til vikubløðini, sambært mentamálaráðharranum.
Peningurin skal vera við til at tryggja tilverugrundarlagið hjá bløðunum kring Danmark.
Bjargingarkransurin kemur, eftir at fleiri vikubløð hava fingið eina keðiliga byrjan upp á árið, sum millum annað hevur havt við sær, at fólk eru sagd úr starvi, umframt at fleiri lokal bløð hava givið skarvin yvir.
So seint sum í hesi vikuni kom fram, at Jysk Fynske Medier, sum eigur fleiri lokalar avísir í Keypmannahavn, gevst við at prenta fleiri bløð tann 1. apríl í ár.
Lokalu bløðini, ið gevast 1. apríl, eru KøbenhavnLiv weekend, NordvestLIV, NørrebroLIV, SydhavnenLIV og VesterbroLIV. Ístaðin kemur Cityavísin, sum bert verður at finna á bókasøvnum, útvaldum handlum og kaffistovum.
Donsku bløðini hava eisini givið ilt av sær, at stjórnin ikki gevur bløðunum størri ans.
Sambært Avisen Danmark, so er enn ikki greitt, hvørji bløð fáa eina hjálpandi hond frá donsku stjórnini, men tað er líkt til, at bløðini skulu søkja at fáa pening úr puljuni, har ein nevnd síðan skal taka støðu, hvørji bløð fáa pening og hvussu nógvan pening hvørt blaðið fær.
Umframt hesa puljuna upp á 43 milliónir krónur, so er miðlastuðulin í Danmark góðar 360 milliónir krónur, sum 76 miðlar fáa ágóðan av. Tað er í miðal 4,74 milliónir krónur til hvønn miðilin, umframt tær 43 milliónirnar, sum donsku vikubløðini nú kunnu søkja um at fáa.
Til samanberingar er føroyski miðlastuðulin í verandi líki í alt tvær milliónir krónur til privatar miðlar.