Danska stjórnin kann ikki longur veita viðgerðartrygd

Tað er nú so stórt trýst á danska heilsuverkið, at viðgerðartrygdin fyribils er sett úr gildi

Sigurjón Einarsson
21. desember 2021 kl. 07:50

Ein politiskur meiriluti er vorðin samdur um, at viðgerðartrygdin nú fyribils verður sett úr gildi. Tað upplýsti heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke fyri Danmark Radio í gjár.

– Vit síggja, at alsamt fleiri sjúkrahús útseta ætlaðu skurðviðgerðirnar, tí øll manningin er sett til at klára tær akuttu viðgerðirnar, sigur heilsumálaráðharrin.

Sambært Magnus Heunicke er næsta stigið, at avtala verður gjørd við tey privatu sjúkrahúsini.

– Vit hava brúk fyri, at allur kapasiteturin í Danmark, bæði hjá tí almenna og tí privata, verður brúktur til at hjálpa okkum gjøgnum hendan veturin, sigur hann.

Tað er danska farsóttarnevndin, sum hevur mælt til broytingina.

At hava viðgerðartrygd merkir, at sjúklingar, sum hava fingið ávísing frá sínum lækna, skulu, innan 30 dagar eru gingnir, antin hava fingið eina sjúkugreining ella hava fingið eina ætlan fyri, hvat víðari skal henda.

Kelda: Danmarks Radio