Danska stjórnin hevur samtykt nýggjan flóttafólkapolitikk

Framyvir er tað bert sitandi útlendingamálaráðharrin, ið ger av, hvussu nógvir kvotaflóttar sleppa til Danmarkar

Guðrun í Jákupsstovu
20. desember 2017 kl. 11:46

Danska stjórnin hevur júst samtykt nýggja lóg innan útlendingapolitikkin. Tað upplýsir DR.

Lógin sigur, at framyvir fer tað bert at vera sitandi ráðharrin í útlendingamálum, ið ger av, hvussu nógv kvotuflóttafólk sleppa til Danmarkar. Hetta brýtur við fyrrverandi politikkin, ið ásetti, að Danmark skuldi taka 1500 kvotuflóttafólk yvir eitt trý-ára tíðarskeið. Danmark hevur ongi kvotaflóttafólk tikið í 2016 og 2017, og tískil skuldu tey havt tikið ímóti 1500 kvotaflóttafólkum í 2018. Men hesum forðar nýggja lógin um kvotaflóttafólk nú fyri.

Framtíðar ráðharrar í útlendingamálinum fara nemliga framyvir at taka avgerðina um, hvussu nógv kvotaflóttafólk koma til Danmarkar. Hetta skulu teir gera, við at taka atlit til sosialan og økonomiskan førimun í samfelagnum.

Lógin bleiv samtykt uttan konservativa flokkin, Dansk Folkeparti. Lógaruppskotið bleiv nevniliga bjargað av andstøðuflokkinum, Socialdemokratiet, ið endaðu við at atkvøða fyri uppskotinum. Hetta vóru hinir andstøðuflokkarnir sera vónbrotnir av.

Andstøðan í Fólkatinginum er ikki tey einastu, sum eru vónbrotin av socialdemokratunum og lógarbroytingini sum heild. Amnesty International rópar hetta eitt "søguligt svik móti flóttafólki".